Starvslýsing stovnað
05-10-2026
Umsóknarfreist
06-11-2026

Maskinstjóri til Erlu Kongsdóttir

Maskinstjóri til Erlu Kongsdóttir

- Verð við at binda Føroyar saman

 

Um starvið

Sum maskinstjóri hevur tú ein týðandi leiklut í at tryggja, at ferðafólk ferðast trygt og væl við Erlu Kongsdóttir.

Gjøgnum títt fakliga arbeiði ert tú við til at tryggja, at bæði rakstur, trygd og tænastustøði eru á hægsta stigi. Tú gerst partur av einum sterkum toymi, sum dagliga er við til at knýta Føroyar saman, har tín innsatsur hevur veruligan týdning fyri bæði ferðafólk og samfelagið.

Siglt verður hvønn dag í vikuni. Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan og farleið hjá Erlu Kongsdóttir. Arbeiðstíðin eru tvær vikur umborð og tvær vikur frí. Møguleiki er ikki at búgva umborð.

 

Høvuðsuppgávur sum maskinstjóri eru at:

• Hava ábygd, eftirlit og viðlíkahalda maskinrúmið og alla tekniska útgerð umborð

• Tryggja, at øll lógar- og fyriliggjandi krøv verða fylgd

• Røkja annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði

Havast skal í huga at skipið er HYBRID og er tað ein fyrimunur at hava kunnleika til líknandi Skip.

  

Eitt starv við fyrimunum

Sum sjófólk við Strandfaraskipum Landsins fært tú tað besta av báðum. Hetta er starv á sjónum, við skipaðum viðurskiftum, sum inniber skipað frítíð, yvirtíð og avspáking. Og við sigling millum okkara oyggjar ert tú ongantíð serliga langt frá familju og vinum.

Hetta gevur tær eitt frælsi sum einki annað arbeiðspláss á sjónum

 

 Formlig krøv

Fyri at kunna søkja starvið krevst, at tú hevur:

• Minimum :  STCW áteknað vinnubræv sum skipsmaskinistur á 2. stigi ella hægri

( STCW – reg. III/3 as Chief Engineer )

• Heilsuváttan (bláa bók)

• Trygdarskeið fyri sjófólk STCW A‑VI/1‑1, A‑VI/1‑2, A‑VI/1‑3, A‑VI/1‑4

• Eldsløkking fyri skipsyvirmenn, STCW A‑VI/1‑2, A‑VI/1‑3

 

Onnur viðkomandi krøv

Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólk á føroyskum, donskum og enskum.

Tað er ein fyrimunur at hava royndir við hesum telduskipanium: Outlook og Pre-Master.

 

Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt, og dugir væl at samskifta og samstarva við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar.

Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at taka við nýggjum avbjóðingum.

 

Setan, løn og umsókn

Setanar- og lønarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið, eftir skipabólki IIA.

Nærri kunning fæst við at venda sær til skipara umborð á Erlu Kongsdóttir, á tlf.  +298 293119 ella við telduposti til erb@ssl.fo

 

Umsóknarfreistin er  6. novembur 2026. 

 

 

Vinarliga send umsóknina gjøgnum leinkjuna “Søk starvið". Fyll út umsóknarblaðið og legg umsókn, CV og avrit av certifikatum við. 

 

Vit tilskila okkum ikki at seta nakran.

  

Um okkum

Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi.

Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23 bygdaleiðir (48 bussar). Í 2025 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,02 millión, harav 511.000 við ferjunum og 512.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu Strandfaraskip Landsins 131.000 akfør.

Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.


Aftur til listan