Starvslýsing stovnað
08-10-2026
Umsóknarfreist
22-10-2026

Dekkari til Teistan

Dekkari til Teistan  

- Ver við at binda Føroyar trygt saman

 

Um starvið

Teistin hevur dagliga farleið ímillum Nólsoy og Tórshavn. Arbeiðsætlanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan og farleið hjá honum. Talan er um eitt fulltíðarstarv har arbeitt verður eina viku umborð og eina viku frí.

Umstøður eru at búgva umborð.

 

Høvuðsuppgávur hjá dekkaranum eru at

  • Syrgja fyri trygdini umborð
  • Á - og avskipan av farmi og akførum
  • Reinføri á dekkinum og á brúnni
  • Røkja fast og fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði

 

Eitt starv við fyrimunum

Sum sjófólk við Strandfaraskipum Landsins fært tú tað besta av báðum. Hetta er alment starv á sjónum. Tað merkir, at starvið er skipað við sáttmála við teimum almennu frídøgunum sum eru, skipað frítíð, yvirtíð og avspáking. Við sigling ímillum okkara oyggjar ert tú ongantíð serliga langt frá familju og vinum. Hetta gevur tær eitt frælsi sum einki annað arbeiðspláss á sjónum.

 

Formlig krøv

  • Fulltikin dekkari STCW reg. II/5
  • Heilsuváttan (bláa bók)
  • Trygdarskeið fyri sjófólk STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-Vi/6-1   
  • Eldsløkking umborð skipi STCW A-VI/1-2
  • Bátaføraraskeið STCW A-VI/2-1
  • FRB skeið
  • Trukk loyvi

 

Onnur viðkomandi krøv

Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólkum á føroyskum, donskum og enskum.

Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt, og dugir væl at samskifta og samstarva við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at taka við nýggjum avbjóðingum. Harumframt er tað ein fyrimunur at hava koyrikort til trukk, lastbil og trailara.

 

 

Setan, løn og umsókn

Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvið verður lønt í lønarflokki 6 + 1 stig.

 

Umsóknarfreistin er 22. oktober. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til skiparan á tlf. 293103 ella við at senda ein teldupost á teistin.brugvin@ssl.fo 

 

Starvsbyrjan er eftir avtalu.

 

Um okkum

Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi.

Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23 bygdaleiðir (48 bussar). Í 2025 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,02 millión, harav 511.000 við ferjunum og 512.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu Strandfaraskip Landsins 131.000 akfør.

Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.

 

 


Aftur til listan