- Vilt tú vera við til at mynda framtíðar samferðsluna í Føroyum?
Strandfaraskip Landsins hevur ein avgerandi leiklut í føroyska samfelagnum. Hvønn dag tryggja vit sambandið millum oyggjarnar við bussum og ferjum og flyta túsundtals ferðafólk, akfør og farm kring landið.
Vit søkja nú eftir einum ágrýtnum og framskygdum samferðslu- og marknaðarleiðara, ið vil standa á odda fyri menningini av okkara tænastum og styrkja okkara sambond við viðskiftafólk og samstarvsfelagar.
Um starvið
Sum samferðslu- og marknaðarleiðari fær tú ein týðandi leiðsluleiklut við ábyrgd av at menna og samskipa tænastur, rutur og marknaðarføring hjá SSL. Tú verður ein sentralur partur av leiðslutoyminum og kemur at arbeiða tætt saman við myndugleikum, kundum, ferðavinnuni og øðrum áhugapørtum fyri at tryggja, at Strandferðslan framhaldandi veitir tænastur á høgum støði.
Starvið gevur tær stóran møguleika at seta tín dám á menningina av føroyska samferðslukervinum og tryggja, at Strandferðslan alla tíðina mennir sínar tænastur eftir tørvinum hjá okkara kundum.
Um samferðsludeildina
Samferðsludeildin er ein partur av fyrisitingini og hevur ábyrgd av at røkja, samskipa og menna okkara ferðafólka- og farmaflutningstænastur. Við greiðum leiðslu- og fyrisitingarligum hugburði, hevur tú yvirskipaða ábyrgd á sjálvari deildini, umframt kundatænastuni, farmadeildum í Tórshavn, á Tvøroyri og í Klaksvík og farmaavgreiðslum á útoyggj.
Tín leiklutur
Sum samferðsluleiðari fært tú ein fjølbroyttan og avbjóðandi gerandisdag við stórari ábyrgd fyri einari av kjarnufunktiónunum hjá Strandferðsluni. Tú verður ein týðandi drívmegi í at tryggja dygd, menning og samanhang í virkseminum.
Í hesum leikluti skalt tú leiða, menna og eggja eitt dugnaligt starvsfólkatoymi, samstundis sum tú skapar og varðveitir eitt arbeiðsumhvørvi, grundað á álit, virðing og gott samstarv. Tú hevur ábyrgd av fíggjarligum og virkisúrslitum, og gongur undan í at menna og laga virksemið til broytingar í samfelagnum og samferðslukervinum.
Ein fortreyt fyri starvinum er tí, at tú sær tað sum eina sjálvfylgju at ferðast runt landið fyri á bestan hátt kenna tørvin hjá okkara kundum á bygd og í bý.
Tínar høvuðsuppgávur
Umframt leiðslu fevnir starvið m.a. um:
Førleikar
Vit vænta, at tú:
Setan, løn og umsókn
Høvuðsskrivstovan hjá Strandferðsluni er á Tvøroyri. Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felag Tænastumanna Landsins í lønarflokki 35 ella avvarðandi fakfelag.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Dánjal Samuelsen, stjóra, á +298 343030, ella das@ssl.fo.
Starvið verður sett 1. oktober 2026 ella eftir nærri avtalu.
Freistin at søkja starvið er mikudagin 12. august 2026.
Um Strandfaraskip Landsins
Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi.
Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23 bygdaleiðir (48 bussar). Í 2025 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,02 millión, harav 511.000 við ferjunum og 512.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu Strandfaraskip Landsins 131.000 akfør.
Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.