Hevur tú áhuga í at læra og leita tær viðkomandi maritima vitan innan starvsfólkafyrisiting hjá Strandferðsluni?
Strandfaraskip landsins søkir manningarsamskipara til fulltíðarstarv at byrja 15. august 2026 ella skjótast tilber.
Sum manningarsamskipari kemur tú at arbeiða m.a. við Klintra Crew skipanini. Tú fært ein fjøltáttaðan gerandisdag, sum krevur, at tú kanst hava nógvar bóltar í luftini í senn. Harumframt krevst at tú ert vitanarsøkjandi, tænastusinnað/-ur og dugur at siga frá. At tú hevur førleika at samskifta og samstarva við skipsleiðslur, aðrar starvsfelagar og myndugleikar, er ein avgerandi treyt fyri samskipan á manningarøkinum.
Starvið, sum er sjálvstøðugt og avbjóðandi fevnir m.a. um at:
Vit ímynda okkum at tú:
Tað kann verða ein fyrimunur um tú hevur kunnleika til hesar telduskipanir: Sharepoint og Crew Manager.
Setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvið er lønt í lønarflokki 7. Dagligi arbeiðsstaðurin er á Tvøroyri.
Umsóknir
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. juli 2026. Vinarliga send umsóknina gjøgnum leinkjuna "Søk starvið".
Vit tilskila okkum rættin til ikki at seta umsøkjara, um ongin skikkaður umsøkjari er til starvið.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Brandur í Funningsstovu, rakstrarleiðari á tlf. 293041, ella senda ein teldupost til bri@ssl.fo.
_______________________________________________________________________________________________________________________________________
Um Strandfaraskip Landsins:
Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi.
Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23 bygdaleiðir (48 bussar). Í 2025 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,02 millión, harav 511.000 við ferjunum og 512.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu Strandfaraskip Landsins 131.000 akfør.
Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.