- Verð við at binda Føroyar trygt saman
Smyril hevur dagliga farleið millum Tvøroyri og Tórshavn. Siglt verður hvønn dag í vikuni, og umstøður eru at búgva umborð. Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan og farleið hjá Smyrli. Arbeiðstíðin er eina viku umborð og eina viku frí.
Høvuðsuppgávurnar hjá 1. stýrimanni eru at veita skipsleiðsluni ein skilagóðan og tryggan rakstur og hava eftirlit við, at trygdin altíð hevur fyrstu raðfesting og er í tráð við føroysk og altjóða krøv. Sum partur av brúgvamanningini fert tú at arbeiða tætt saman við dugnaligum starvsfeløgum í einum sterkum toymi, har gott samstarv og høgt fakligt støði eru í miðdeplinum. Tú kemur at avloysa yvirstýrimannin, tá ið hann hevur forfall.
Tíni ábyrgdarøki vilja m.a. fevna um:
Sum sjófólk við Strandfaraskipum Landsins fært tú tað besta av báðum. Hetta er alment starv á sjónum. Tað merkir at starvið er skipað við sáttmála, skipað frítíð, yvirtíð og avspáking.
Og við sigling millum okkara oyggjar ert tú ongantíð langt frá familju og vinum.
Hetta gevur tær eitt frælsi sum einki annað arbeiðspláss á sjónum.
Fyri at kunna søkja hetta starvið krevst, at tú hevur:
• Útbúgving sum skipsførari
• Sjóvinnubræv sum Chief mate (yvirstýrmaður) – STCW reg. II/2
• Heilsuváttan
• Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
• Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2 og A-VI/3
• Eftirútbúgving sum sjúkraviðgerði STCW A-VI/4-1, 4-2
• GOC in GMDSS STCW reg. lV/2
• Bátaførara STCW A-VI/2-1
• FRB STCW A-VI/2-2
Tað er umráðandi, at tú ert tænastusinnað(ur) og trívist væl í samskifti við ferðafólk, og harumframt megnar at samskifta og vegleiða á føroyskum, donskum og enskum.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til telduskipanirnar Outlook og Pre-Master.
Vit vænta harumframt, at tú hevur góðan røkjuskap, kanst arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samskifta og samstarva við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at taka við nýggjum avbjóðingum.
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til yvirstýrimannin við at senda ein teldupost til smyril.yvirstyrimadur@ssl.fo.
Umsóknarfreistin er sunnudagin 2. august 2026.
Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi.
Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23 bygdaleiðir (48 bussar). Í 2025 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,02 millión, harav 511.000 við ferjunum og 512.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu Strandfaraskip Landsins 131.000 akfør.
Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.