Starvslýsing stovnað
30-07-2026
Umsóknarfreist
19-08-2026

Maskinstjóri til Rituna

Maskinstjóri til Rituna

- Verð við at binda Føroyar saman

Um starvið

Sum maskinstjóri hevur tú ein týðandi leiklut í at tryggja, at ferðafólk ferðast trygt og væl við Rituni.

 

Gjøgnum títt fakliga arbeiði ert tú við til at tryggja, at bæði rakstur, trygd og tænastustøði eru á hægsta stigi. Tú gerst partur av einum sterkum toymi, sum dagliga er við til at knýta Føroyar saman, har tín innsatsur hevur veruligan týdning fyri bæði ferðafólk og samfelagið.

 

Siglt verður hvønn dag í vikuni. Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan og farleið hjá Rituni. Arbeiðstíðin eru tvær vikur umborð og tvær vikur frí. Møguleiki er ikki at búgva umborð.

Høvuðsuppgávur sum maskinstjóri eru at:

• Hava eftirlit og viðlíkahalda maskinrúmið og alla tekniska útgerð umborð

• Tryggja, at øll lógar- og fyriliggjandi krøv verða fylgd

• Stýra krananum samband við farmaflutning

• Røkja annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði

Eitt starv við fyrimunum

Sum sjófólk við Strandfaraskipum Landsins fært tú tað besta av báðum. Hetta er starv á sjónum, við skipaðum viðurskiftum, sum inniber skipað frítíð, yvirtíð og avspáking. Og við sigling millum okkara oyggjar ert tú ongantíð serliga langt frá familju og vinum.

Hetta gevur tær eitt frælsi sum einki annað arbeiðspláss á sjónum

Formlig krøv

Fyri at kunna søkja starvið krevst, at tú hevur:

• Útbúgving sum maskinmeistari ella maskinistur

• STCW áteknað vinnubræv sum skipsmaskinist á 1. stig ella hægri

• Heilsuváttan (bláa bók)

• Trygdarskeið STCW AVI/11, AVI/12, AVI/13, AVI/14

• Eldsløkking fyri skipsyvirmenn, STCW AVI/12, AVI/13

Onnur viðkomandi krøv

Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólk á føroyskum, donskum og enskum.

Tað er ein fyrimunur at hava royndir við krana og harumframt hava kunnleika til hesar telduskipanir: Outlook og pre-Master.

Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt, og dugir væl at samskifta og samstarva við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar.

Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at taka við nýggjum avbjóðingum.

Setan, løn og umsókn

Setanar- og lønarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið, í lønarflokki 4.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Skiparan umborð á Rituni, á tlf.  +298 293118 ella við telduposti til ritan@ssl.fo

Umsóknarfreistin er 19. august 2026.

Vinarliga send umsóknina gjøgnum leinkjuna “Søk starvið”.

Vit tilskila okkum ikki at seta nakran.

  

Um okkum

Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi.

Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23 bygdaleiðir (48 bussar). Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión, harav 725.000 við ferjunum og 520.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu Strandfaraskip Landsins 188.000 akfør.

Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri


Aftur til listan