Strandferðslan er ein týðandi partur av føroyska samferðslukervinum. Góðar KT-loysnir eru ein fyritreyt fyri einum tryggum, álítandi og brúkaravinaligum rakstri, og samstundis viðvirka til góða tænastuveiting til bæði ferðafólk og starvsfólk.
Vit sóknast eftir einum dugnaligum og sjálvstøðugum KT-verkætlanarleiðara, sum kann leiða og samskipa verandi og komandi KT-verkætlanir. Tú verður við til at menna talgildu tænasturnar hjá Strandferðsluni og tryggja, at nýggjar loysnir verða væl fyrireikaðar, settar í verk og handaðar til rakstur.
Ímillum týðandi verkætlanir, sum eru fyri framman, eru dagføring av ferðaseðlaskipanini FARA, víðari menning av bíleggingarskipanini á booking.ssl.fo og menning av einari nýggjari app til ferðafólk.
Sum KT-verkætlanarleiðari verður tú partur av KT-deildini og arbeiðir í tøttum samstarvi við KT-leiðaran, leiðsluna, viðkomandi deildir, stýrisbólkar og uttanhýsis veitarar.
Tú skalt duga at byggja brúgv ímillum rakstur og KT og at umseta tørv og hugskot til greiðar, brúkaravinarligar og haldgóðar loysnir. Uppgávurnar fevna bæði um tænastur til ferðafólk og um innanhýsis loysnir, sum stuðla undir raksturin og umsitingina.
Høvuðsuppgávurnar sum KT-verkætlanarleiðari eru at:
· leiða KT-verkætlanir frá hugskoti og tørvsgreining til íverksetan og handan til rakstur
· leggja verkætlanir til rættis við greiðum málum, tíðarætlanum, ábyrgdarbýti og váðametingum
· samskipa og raðfesta verandi og komandi KT-verkætlanir saman við leiðsluni
· greina arbeiðsgongdir og gera uppskot til nýggjar ella betri talgildar tænastur
· gera kravfestingar og standa á odda fyri útbjóðingum og keypi av KT-skipanum og talgildum tænastum
· samskipa samstarvið við veitarar og fylgja upp uppá góðsku, avtalur, kostnað og freistir
· tryggja, at viðkomandi atlit til dátuvernd, KT-trygd og integratión verður tikið við frá byrjan
· skipa verkstovur, royndarkoyringar, upplæring og kunning í sambandi við nýggjar loysnir
· menna og dagføra felags mannagongdir fyri, hvussu KT-verkætlanir verða skipaðar og riknar
Vit vænta, at tú:
· hevur viðkomandi útbúgving á bachelor- ella kandidatstøði ella útbúgving og royndir, ið kunnu javnsetast við hetta.
· hevur royndir við at leiða størri og minni verkætlanir
· hevur gott innlit í KT og dugir at meta um, hvat skal til fyri at bera eina KT-verkætlan á mál
· dugir at arbeiða skipað og at skjalfesta avgerðir, krøv og arbeiðstilgongdir
· dugir væl at samstarva við fakfólk, brúkarar, leiðslu og uttanhýsis veitarar
· tekur ábyrgd, dugir at raðfesta og heldur freistir
· samskiftir væl á føroyskum, norðurlendskum og enskum.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við almennum útbjóðingum, íverksetan av nýggjum arbeiðsgongdum og talgildum tænastum, dátuvernd ella KT-trygd.
Gerandisdagurin á Strandferðsluni er fjølbroyttur, og uppgávur kunnu broytast skjótt. Tí er umráðandi, at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, varðveita yvirlitið og fáa uppgávur á mál.
Setanar- og lønarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Talan er um eitt fast, fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber.
Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri, tó at rúmd er fyri at skipa arbeiðið á ein hátt, ið fremur arbeiðsuppgávuna best møguligt.
Umsóknarfreistin er týsdag 30. juni 2026. Vit tilskila okkum rættin til ikki at seta nakran.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Guðlaug Herason, KT-leiðara, á 293051 ella á teldupost guh@ssl.fo.
Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi.
Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23 bygdaleiðir (48 bussar).
Í 2025 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,02 millión, harav 511.000 við ferjunum og 512.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu Strandfaraskip Landsins 131.000 akfør.
Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og høvuðsskrivstovan er sum fyrr nevnt á Tvøroyri.