Dekkari til Smyril
- Verð við at binda Føroyar trygt saman
Um starvið
Tú verður partur av einum sterkum og dugnaligum toymi á dekkinum á Smyrli, har trygd og tænasta er í hásætið.
Ein onnur høvuðsuppgáva er á- og avskipan av farmi og akførum. Hetta er koyring við trukki, sleipara, bilum, trailarum og lastbilum.
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá Smyrli. Arbeiðstíðin er eina viku umborð og eina viku frí. Dagliga farleiðin hjá Smyrli er millum Tvøroyri og Tórshavn. Umstøður eru at búgva umborð.
Høvuðsuppgávurnar sum dekkari, eru at
Eitt starv við fyrimunum
Sum sjófólk við Strandfaraskipum Landsins fært tú tað besta av báðum. Hetta er starv á sjónum, við skipaðum viðurskiftum, sum inniber skipaða frítíð, yvirtíð og avspáking, har tú ert úti eina viku, og heima eina viku. Og við sigling millum okkara oyggjar ert tú ongantíð serliga langt frá familju og vinum.
Hetta gevur tær eitt frælsi sum einki annað arbeiðspláss á sjónum.
Formlig krøv
Onnur viðkomandi krøv
Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólkum á føroyskum, donskum og enskum.
Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt, og dugir væl at samskifta og samstarva við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at taka við nýggjum avbjóðingum. Harumframt er tað ein fyrimunur at hava koyrikort til trukk, lastbil og trailara.
Setan, Løn og umsókn
Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvið verður lønt eftir 6. lønarflokki + 1 stig.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til yvirstýrimannin á Smyrli, á teldupost: smyril.yvirstyrimadur@ssl.fo
Umsóknarfreist er mánadagin 15. juni 2026.
Vinarliga send umsóknina gjøgnum leinkjuna “Søk starvið”.
Um okkum
Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi.
Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23 bygdaleiðir (48 bussar).
Í 2025 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,02 millión, harav 511.000 við ferjunum og 512.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu Strandfaraskip Landsins 131.000 akfør.
Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.