Sum 1. meistari ert tú okkara lyklapersónur sum skal tryggja, at ferðafólk uppliva eina trygga, álítandi og professionell tænastu hjá SSL.
Við at røkja tínar ásettu arbeiðsuppgávur á høgum fakligum støði skalt tú syrgja fyri, at rakstur, trygd og tænasta ganga hond í hond – og at upplivingin hjá okkara viðskiftafólki altíð er í fremstu røð. Tú verður partur av einum toymi, sum hevur ein týðandi leiklut í at binda Føroyar saman, og har tín innsatsur veruliga ger mun hvønn einasta dag.
Dagliga farleiðin hjá Smyrli er Tvøroyri – Tórshavn. Umstøður eru at búgva umborð.
Høvuðsuppgávurnar sum 1. meistari eru at:
Sum sjófólk við Strandfaraskipum Landsins fært tú tað besta av báðum, á landi og á sjónum. Tað merkir, at starvið er skipað við sáttmála við teimum almennu fyrimununum sum eru, m.a. skipað frítíð og møguleiki fyri avspáking og yvirtíð.
Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan og farleið hjá Smyrli. Arbeiðsdagurin er 13 tímar arbeiði og 11 tímar hvíld. Arbeiðstíðin er 1 viku umborð og 1 viku frí.
Við sigling millum okkara oyggjar ert tú ongantíð langt burtur frá familju og tínum bústaði. Hetta gevur tær eitt frælsi og tryggleika, sum einki annað arbeiðspláss á sjónum kann bjóða.
Fyri at kunna søkja starvið krevst, at tú hevur:
• Útbúgving sum maskinmeistari
• Sjóvinnubræv sum maskinstjóri STCW reg. III/2)
• Heilsuváttan (bláu bók)
• Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-2, A-VI/1-3, A-VI/1-4
• Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2 og A-VI/3
• Bátaføraraskeið STCW A-VI/2-1
Í mun til málførleika skalt tú kunna samskifta á føroyskum og enskum.
Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til hesar telduskipanir: Outlook og Pre-Master.
Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samskifta og samstarva við ferðafólk, myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið.
Umsóknarfreistin er 14. mai 2026.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Maskinstjóran á Smyrli, á tlf 293141 ella teldupost smyril.maskinstjori@ssl.fo
Vinarliga send umsóknina gjøgnum leinkjuna “Søk starvið”.
Um neyðugt, tilskila vit okkum rættin til at velja ongan av umsøkjarunum.
Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi.
Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23 bygdaleiðir (48 bussar).
Í 2025 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,02 millión, harav 511.000 við ferjunum og 512.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu Strandfaraskip Landsins 131.000 akfør.
Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.