Starvslýsing stovnað
15-04-2026
Umsóknarfreist
03-05-2026

Kundatænastan í Tórshavn

Summaravloysarastarv - Kundatænastan í Tórshavn

 

Dámar tær væl at veita eina góða tænastu, so hava vit eitt spennandi summarstarv til tín.

 

Um starvið

Sum avloysari í kundatænastuni er tín uppgáva at leiðbeina ferðafólki og øðrum viðskiftafólkum, ið seta seg í samband við okkum á staðnum, ringja inn ella umvegis ymiskar miðlar.

Starvssetanin er frá umleið miðjan juni og fram til umleið 1. september 2026. Tó kann tíðarskeiðið tillagast eftir nærri avtalu við teg. Talan er um fulltíðar avloysarastarv í kundatænastuni í Tórshavn og arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag frá kl. 8:00 til 16:00.

 

Høvuðsuppgávur sum móttøkufólk eru at:

      • Dugur væl at samskifta og vegleiða okkara kundum. Tað er ein fyrimunur at kunna málbera seg væl á føroyskum, enskum, norðurlendskum ella øðrum viðkomandi málum.  
      • Ert fyrikomandi, álítandi og leggur stóran dent á góða kundatænastu.
      • Hevur góðan røkjuskap
      • Kanst arbeiða sjálvstøðugt eins og í toymi
      • Hevur góðar førleikar við teldu og hevur hegni til at seta teg inn í ymiskar telduskipanir.

 

Fyrstu tíðina fær tú góða vegleiðing frá okkara starvsfólkum, so tú skjótt kann gerast partur av okkara fjølbroyttu arbeiðsuppgávum.

 

Setan, løn og umsókn

Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Starvið verður tímalønt sambært galdandi sáttmála.

Nærri upplýsingar um starvið kann fáast við at venda sær til kundatænastuna á tlf. 343000 ella til Sólfríð Bech, virkandi samferðsluleiðara, á tlf. 293012, ella umvegis teldupost á sob@ssl.fo.

 

Umsóknarfreistin er sunnudagin 3. mai 2026. Innkomnar umsóknir verða tó viðgjørdar leypandi.

 

Vinarliga send umsóknina gjøgnum leinkjuna “Søk starvið”.

 

 

 

Um okkum

 

Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum frá

árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og

farmaflutningi.

 

Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23 bygdaleiðir (48

bussar). Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión, harav 725.000 við ferjunum og

520.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu Strandfaraskip Landsins 188.000 akfør.

Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.


Aftur til listan