Starvslýsing stovnað
12-04-2026
Umsóknarfreist
03-05-2026

Yvirstýrimaður til Ternuna

Yvirstýrimaður til Ternuna

- Verð við at binda Føroyar trygt saman

 

Strandfaraskip Landsins søkir eftir 2 yvirstýrimonnum til Ternuna

 

Um starvið

Tú verður nærmasti leiðari hjá dekkarunum og hevur ábyrgdina av at skipa og leiða teirra dagliga arbeiði. Sum partur av brúgvamanningini, arbeiðir tú saman við øðrum dugnaligum starvsfeløgum, í einum sterkum toymi, har gott samstarv og høgt fakligt støði eru í miðdeplinum. Tú tekur virknan lut í skipsleiðslufundum og strategiskum avgerðum. Ein annar umráðandi partur er eisini at kunna avloysa skiparan, tá ið hesin er í feriu ella hevur forfall.

 

Ternan røkir í dag partvíst siglingina á fleiri leiðum, herundir Hest- Kalsoyar- og Nólsoyarleiðina, umframt at virka sum leigu- og avloysaraskip á hesum og øðrum  leiðum. Siglingarætlanin fyri skipið verður dagførd á hvørjum árið.

 

Høvuðsuppgávurnar sum yvirstýrimaður, eru at: 

  • Verða við til at tryggja ein skilagóðan dagligan rakstur.
  • Hava eftirlit við at trygdin altíð hevur fyrstu raðfesting og er í tráð við føroysk og altjóða krøv, og leypandi meta um tørvin fyri viðlíkahaldi umborð.
  • At eggja manningini til jaligan hugburð mótvegis ISM, PPE og trygd umborð sum heild.
  • Tryggja eitt gott samstarv við myndugleikar, samstarvsfelagar og við restina av manningini.
  • Loysa skiparan av, tá ið hesin er í feriu ella hevur forfall.

 

Eitt starv við fyrimunum

Sum sjófólk við Strandfaraskipum Landsins fært tú tað besta av báðum, á landi og á sjónum. Tað merkir at starvið er skipað við sáttmála við teimum almennu fyrimunum sum eru, m.a. skipað frítíð, yvirtíð og møguleika fyri avspáking. Arbeiðsdagurin er 13 tímar arbeiði og 11 tímar hvíld. Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan og farleið hjá Ternuni. Tú ert til arbeiðis eina viku, og eina viku heima.

Við sigling millum okkara oyggjar ert tú ongantíð langt burtur frá familju og tínum bústaði. Hetta gevur tær eitt frælsi og tryggleika sum einki annað arbeiðspláss á sjónum

  

Formlig krøv

Fyri at søkja hetta starvið krevst at tú hevur:

  •  Útbúgving sum skipsførari ella skipari
  • Sjóvinnubræv sum skipari við handilsskipum STCW reg. II/2 as Master
  • Heilsuváttan (bláu bók)
  • Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
  • Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3
  • Eftirútbúgving sum sjúkraviðgeri STCW A-VI/4-1, 4-2
  • GOC in GMDSS STCW reg. IV/2

 

Onnur viðkomandi krøv

Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólkum á føroyskum, donskum og enskum. Góður kunnleiki og jaligan hugburð til ISM og aðrar trygdarskipanir umborð. 

Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til telduskipanirnar Outlook og Pre-Master.

 Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt, og dugir væl at samskifta og samstarva við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar.

Vit vænta, at tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at taka avgerðir, og við nýggjum avbjóðingum.

  

Setan, løn og umsókn

Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Starvið er lønt í lønarflokki 4.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til annan skiparan á Ternuni á tlf 293104 ella teldupost ternan.brugvin@ssl.fo.

 

Umsóknarfreistin er 3. mai 2026.

 

Vinarliga send umsóknina gjøgnum leinkjuna “Søk starvið”.

 

Vit tilskila okkum rætt til ikki at seta nakran.

 

Um okkum

Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi.

Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23 bygdaleiðir (48 bussar).

Í 2025 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,02 millión, harav 511.000 við ferjunum og 512.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu Strandfaraskip Landsins 131.000 akfør.

Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.


Aftur til listan