Starvslýsing stovnað
01-09-2025
Umsóknarfreist
21-09-2025

Strandfaraskip Landsins søkir fíggjarfólk

Strandfaraskip Landsins søkir eftir starvsfólki til fíggjardeildina

Er tú talsterk/ur, analytisk/ur og elskar at skapa yvirlitið, sum tryggjar góða avgerðargrunn? Vit leita eftir einum fíggjarfólki, sum vil vera við til at lyfta okkara fíggjarliga arbeiði til eitt nýtt støði og taka ábyrgd fyri týdningarmiklum fíggjarmálum. So er tað tær vit leita eftir!

Strandfaraskip Landsins søkir eftir debitorbókhaldara til okkara fíggjarliga toymi, har tú kemur at arbeiða tætt saman við fíggjarleiðaranum, tveimum bókhaldarum og ein kontrollari.

Strandferðslan er ein livandi fyritøka, ið hevur nógvar ymiskar uppgávur. Vit hava tørv á einum starvsfólki, sum ynskir at gerast partur av okkara menning, og sum hevur ein opnan og forvitnisligan hugburð. Sum bókhaldari kemur tú at arbeiða sjálvstøðugt, við møguleika at ávirka egnan arbeiðsdag. Harumframt eru góðir møguleikar fyri egnari fakligari og persónligari menning. Tíni talgildu arbeiðsamboð eru m.a. Búskaparskipan landsins og Buisness Central.

 

Tínar arbeiðsuppgávur verða m.a. hesar

  • Fylgja við inntøkunum hjá stovninum
  • Greina hagtøl
  • Senda rokningar
  • Avstemma debitor 
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur  

 

Vit vænta, at tú

  • Hevur viðkomandi útbúgving
  • Hevur royndir at arbeiða við bókhaldi
  • Hevur royndir við nevndu talgildu skipanum 
  • Hevur góðar telduførleikar 

 

Í hesum starvi er ynskiligt, at tú ert virkin, nýhugsandi og sinnað/ur til broytingar. Vit vænta, at tú hevur góð samstarvsevni, ert ágrýtin, álítandi og tænastusinnað/ur. Eisini er týdningarmikið, at tú dugir væl at samskifta bæði innanhýsis og uttanhýsis, og at tú ert effektiv/ur og stundislig/ur

 

Setan, løn og umsókn

Talan er um eina 30 tímar arbeiðsviku, har tín starvsstaður er á høvuðsskrivstovuni á Tvøroyri. Starvið verður sett 1. november ella eftir nærri avtalu, og verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. 

Umsóknarfreistin er mánadagin 21. september 2025 á miðnátt. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Dan Djurhuus, fíggjarleiðara, á tlf. 293021 ella á teldupost til dad@ssl.fo

 

Vit tilskila okkum rættin til ikki at seta umsøkjara, um ongin skikkaður umsøkjari er til starvið.

 

Um Strandfaraskip Landsins:

Strandfaraskip Landsins (Strandferðslan) er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Endamálið við Strandferðsluni, sum er ásett við lóg, er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL virkar við spjøddum virksemi kring landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir - 7 oyggjaleiðir og 23 bygdaleiðir. Til at røkja hesar 30 farleiðirnar eru átta ferjur og 48 bussar. Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión. Av hesum ferðaðust umleið 725 túsund við ferjunum og 520 túsund við bussunum. Flutt blivu 188 túsund akfør. Í 2024 verða tølini ávikavist 230 túsund og 62 túsund lægri, tí sjóvegis Sandoyarleiðin fellir út. Nýggj landvegis farleið er sett á stovn í samband við undirsjóvartunnilin. Starvsfólkahópurin hjá Strandferðlsuni er umleið 180 fólk. Fyrisitingin er skipað í fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild umframt stjórnarskrivstovu. Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.


Aftur til listan