Starvslýsing stovnað
23-01-2023
Umsóknarfreist
07-02-2023

Skipari til Rituna

Søkt verður eftir skipara til Rituna at byrja í starvi skjótast gjørligt.

 

Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá Rituni, har dagliga farleiðin er Hvannasund-Svínoy-Fugloy. Arbeiðstíðin umborð er tvær vikur umborð og tvær vikur frí. Umstøður eru ikki at búgva umborð.

 

 

Høvuðsuppgávur hjá skipara eru, at:

Hava høvuðsábyrgd fyri trygdini umborð, har tú tryggjar eitt tætt samstarv millum manning/eindir hjá SSL og vegleiðir um neyðugt. 

Átaka sær leiklutin sum skipsleiðsla, við ábyrgd fyri einum skilagóðum tryggum rakstri og áhaldandi arbeiða við at betra fyriskipanir og mannagongdir umborð.

Við starvsfólkaábyrgd tryggja eitt tætt samstarv millum manning og deildir hjá SSL, og vegleiðir um neyðugt.

Leypandi at menna og dagføra viðlíkahaldsskipanina PreMaster og meta um tørvin fyri viðlíkahaldi

 

 

Sum skipari vænta vit, at tú hevur:

Útbúgving sum skipari 

Í minsta lagi STCW átekna sjóvinnubræv sum heimaskipari við handilsskipum STCW reg. II/3 as master

Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1

Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3

Eftirútbúgving sum sjúkraviðgeri STCW A-VI/4-1, 4-2

GOC in GMDSS STCW reg. IV/2GMDSS – GOC (STCW reg. IV/2)

Heilsuváttan (bláabók)    

 

 

Onnur viðkomandi krøv

Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólk á føroyskum ella donskum og enskum.

Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til hesar telduskipanir: Outlook, Pre-Master og Sharepoint.

Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samskifta. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum. Eisini síggja vit fyri okkum, at tú hevur gott skil fyri veðri, vindi og streymviðurskiftum, eins og tú hevur hug og hegni at manøvrera/handfara eitt skip á tryggan hátt til- og frá kaj/lending.

 

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

Starvið er lønt í lønarflokki 3. 

Umsóknarfreistin er 7. februar 2023 kl. 12.00. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til skipara á Rituni, á tlf. +298 293118, ella við teldupost á ritan@ssl.fo


Søk starvið

Aftur til listan