Starvslýsing stovnað
21-11-2022
Umsóknarfreist
05-12-2022

Navigatørur til fast avloysarastarv hjá Strandfaraskipum Landsins

Fastur avloysari til Strandferðsluna

Strandfaraskip Landsins hevur eina lógarásetta flutningsskyldu av fólki og farmi. Hvønn dag røkja vit hesa skyldu við ágrýtni og dugnaskapi. Starvsfólk, skip og bussar eru við til at binda oyggjar, bygdir og fólk saman á tryggan og góðan hátt. Ynskir tú eisini at gerast partur av okkara fjølbroytta og dugnaliga starvsfólkstoymi?

Lýst verður eftir einum ágrýtnum navigatøri til Strandfaraskip Landsins at byrja í starvi hálvan januar 2023. Talan er um eitt fast avloysarastarv fulla tíð. 

Høvuðsuppgávan er at loysa av umborð á øllum skipum hjá Strandfaraskipum landsins í samband við feriu, avspáking osv.. Viðkomandi kann til eina og hvørja tíð verða fluttur millum skipini, sum fyriskipað av leiðsluni, tí er umráðandi at viðkomandi er fleksibul. Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið tú er settur umborð á. 

 

Førleikakrøv

• Útbúgving sum skipsførari ella skipari

• Sjóvinnubræv sum vakthavandi stýrimaður (Watchkeeping officer) - STCW reg. ll/1.

• Heilsuváttan (bláu bók)

• Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1

• Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2 og A-VI/3

• Eftirútbúgving sum sjúkraviðgerði  

• GOC in GMDSS STCW reg. lV/2

 

Onnur viðkomandi krøv 

• Tú ert ein álítandi, ábyrgdarfullur og fyrikomandi 

• Tú hevur góðan røkjuskap og ert ágrýtin

• At tú kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samskifta og samstarva við ferðafólk og starvsfelagar. Harumframt fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.

• Í mun til málførleika skalt tú kunna samskifta á føroyskum og enskum.

• Tað er ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til telduskipanirnar Outlook og Pre-Master

 

Lønar- og setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelagið.

Umsóknarfreist er 5. desember 2022 á midnátt.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Páll Hera Nolsøe, manningarsamskipara, á tlf. 293024, ella við telduposti til pan@ssl.fo.

_________________________________________________________________________________________

Um Strandfaraskip Landsins:

Strandfaraskip Landsins er ein stovnur við spjaddum virksemi kring landið, ið virkar allar dagar í vikuni, eisini uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Stovnurin er landsfyritøka undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir, har av 7 Oyggjaleiðir og 22 Bygdaleiðir. 
Til at røkja hesar leiðir hevur SSL 9 ferjur og 48 bussar. Samlaða ferðafólkatalið í 2021 var umleið 1050.000 ferðandi, har av umleið 650.000 brúktu ferjurnar á Oyggjaleiðum og á leið 400.000 nýttu bussarnar á Bygdaleiðum. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 170 starvsfólk. Fyrisitingin er skipað í 5 deildir: Fíggjardeild, Samferðsludeild, Sjódeild, KT-deild og Starvsfólkadeild.


Søk starvið

Aftur til listan