Starvslýsing stovnað
23-09-2022
Umsóknarfreist
10-10-2022

Dekkari til Herjólf III

Herjólfur III

Ein spaseritúr oman á keiina fyrrapart og heima aftur seint seinnapart, hevur tað tín áhuga?

Herjólfur liggur í Havn hvørja nátt, og siglir ein dupulttúr á Tvøroyri um dagin.

Ferðaætlanin hjá Herjólf er sett soleiðis saman, at tú ert til arbeiðis týsdag til og við fríggjardag. Við støði í ferðaætlanini verður tín arbeiðsvika 45,5 tímar, svarandi til fullan brøk. Sostatt hevur tú frí hvørt vikuskiftið og hvønn mánadag. Eisini er møguleiki at búgva umborð, um tú ynskir tað.

Er hetta júst nakað fyri teg, so halt áfram at lesa! 

 

Dekkari til Herjólfur III

Strandfaraskip Landsins hevur eina lógarásetta flutningsskyldu av fólki og farmi. Hvønn dag røkja vit hesa skyldu við ágrýtni og dugnaskapi. Starvsfólk, skip og bussar eru við til at binda oyggjar, bygdir og fólk saman á tryggan og góðan hátt. Ynskir tú eisini at gerast partur av okkara fjølbroytta og dugnaliga starvsfólkstoymi?

Strandferðslan søkir eftir einum ófulltiknum ella fulltiknum dekkarum til Strandfaraskip Landsins at byrja í starvi skjótast gjørligt. Talan er um tíðaravmarkað starv umborð á Herjólfi III fram til septembur 2023.

Endamálið við skipinum er at føra farm, umframt upp til 12 ferðafólk. 

Dagliga farleiðin hjá Herjólfi III er Tórshavn - Tvøroyri. Ferðaætlanin hjá Herjólfi er, at hann siglir av Havnini ávikavist millum kl. 9:30-10:00 og norður aftur av Tvøroyri ávikavist millum kl. 16:00-18:30.

 

Førleikakrøv:

  • Ófulltikin / Fulltikin dekkari STCW reg. II/5
  • Heilsuváttan (bláabók)
  • Trygdarskeið fyri sjófólk STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
  • Eldsløkking umborð skipi STCW A-VI/1-2
  • Bátaføraraskeið STCW A-VI/2-1

 

Lønar- og setanarviðurskifti

Dekkarastørvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið, og verða lønt eftir 6. lønarflokki + 1 stig.

Vit rokna við, at tú hevur góð samstarvsevnir, dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert kunda­vinalig/ur og røkin

Umsóknarfreist er mánadagin 10. oktober 2022 á miðnátt.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Boga Gardar, skipara, á teldupost: bog@ssl.fo

 

Um Strandfaraskip Landsins:

Strandfaraskip Landsins er ein stovnur við spjaddum virksemi kring landið, ið virkar allar dagar í vikuni, eisini uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Stovnurin er landsfyritøka undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir, har av 7 Oyggjaleiðir og 22 Bygdaleiðir. 
Til at røkja hesar leiðir hevur SSL 9 ferjur og 48 bussar. Samlaða ferðafólkatalið í 2021 var umleið 1050.000 ferðandi, har av umleið 650.000 brúktu ferjurnar á Oyggjaleiðum og á leið 400.000 nýttu bussarnar á Bygdaleiðum. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 180 starvsfólk. Fyrisitingin er skipað í 5 deildir: Fíggjardeild, Samferðsludeild, Sjódeild, KT-deild og Starvsfólkadeild.


Søk starvið

Aftur til listan