Starvslýsing stovnað
12-05-2022
Umsóknarfreist
27-05-2022

Manning til Herjólfur III

Stýrimenn, maskinmeistarar, dekkarar, kokkar og tænastufólk

 

 

Manning til Herjólfur III

Strandfaraskip Landsins hevur eina lógarásetta flutningsskyldu av fólki og farmi. Hvønn dag røkja vit hesa skyldu við ágrýtni og dugnaskapi. Starvsfólk, skip og bussar eru við til at binda oyggjar, bygdir og fólk saman á tryggan og góðan hátt. Ynskir tú eisini at gerast partur av okkara fjølbroytta og dugnaliga starvsfólkstoymi?

Við hesum verður søkt eftir stýrimonnum, maskinmeistarum, dekkarum, kokkum og tænastufólkum til tíðaravmarkað starv til at sigla við á Herjólfi III frá umleið juni 2022 til september 2023.

Endamálið við skipinum er at føra farm. Umframt at loysa Smyril av tá hann er í dokk 

 

Uppgávur umborð á skipunum

Høvuðsuppgávan hjá Strandfaraskipum Landsins er at røkja innanoyggja fólka- og farmaflutning eftir fastlagdari ferðaætlan og annars aðrar túrar við ferðafólki kring oyggjarnar.

Umsøkjarar skulu til eina og hvørja tíð kunna verða fluttir millum skipini, sum fyriskipað av leiðsluni.

Arbeiðstíðin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið ein verður settur umborð á. Ferðaætlan er ikki endalig enn. Arbeiðsætlanin er full tíð – 45,5 um vikuna, tó 91 aðru hvørja viku tá Smyril er í dokk.

 

Førleikakrøv:

 

 Skipari/Stýrimenn:

  • STCW-áteknað vinnubræv sum skipsførari/skipari við handilsskipum
  • Heilsuváttan (bláabók)
  • Trygdarskeið fyri sjófólk STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
  • GMDSS – GOC (STCW reg. IV/2)
  • Bátaføraraskeið STCW A-VI/2-1
  • Fast rescue boat (FRB) STCW A-VI/2-2
  • Flutningurin av vandamiklum farmi STCW B-V/c og IMDG kodan kap. 1.3

  • Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3 

Maskinmeistarar:

  • STCW-áteknað vinnubræv sum skipsmaskinmeistari/maskinistur
  • Heilsuváttan (bláabók)
  • Trygdarskeið fyri sjófólk STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
  • Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3
  • Bátaføraraskeið STCW A-VI/2-1

Dekkarar:

  • Fulltikin dekkari STCW reg. II/5
  • Heilsuváttan (bláabók)
  • Trygdarskeið fyri sjófólk STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
  • Eldsløkking umborð skipi STCW A-VI/1-2
  • Bátaføraraskeið STCW A-VI/2-1

        Kokkar:

  • Vinnubræv sum kokkur/skipskokkur
  • Heilsuváttan (bláabók)
  • Trygdarskeið fyri sjófólk STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1

Tænastufólk:

  • Heilsuváttan (bláabók)
  • Trygdarskeið fyri sjófólk STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1

 

Vit rokna við, at tú hevur góð samstarvsevnir, dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert kunda­vinalig/ur og røkin

 

 

Lønar- og setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfeløg, og verða lønt eftir skipabólki 2.

 

Umsóknarfreist er fríggjadagin 27. mai 2022 kl 12.00.

 

Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Páll Hera Nolsøe, manningarsamskipari, tlf. 293024, ella við telduposti til pan@ssl.fo

 

_________________________________________________________________________________________

Um Strandfaraskip Landsins:

Strandfaraskip Landsins er ein stovnur við spjaddum virksemi kring landið, ið virkar allar dagar í vikuni, eisini uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Stovnurin er landsfyritøka undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir, har av 7 Oyggjaleiðir og 22 Bygdaleiðir. 
Til at røkja hesar leiðir hevur SSL 9 ferjur og 48 bussar. Samlaða ferðafólkatalið í 2021 var umleið 1050.000 ferðandi, har av umleið 650.000 brúktu ferjurnar á Oyggjaleiðum og á leið 400.000 nýttu bussarnar á Bygdaleiðum. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 170 starvsfólk. Fyrisitingin er skipað í 5 deildir: Fíggjardeild, Samferðsludeild, Sjódeild, KT-deild og Starvsfólkadeild.

 

 

 

 


Søk starvið

Aftur til listan