Strandfaraskip Landsins hevur eina lógarásetta flutningsskyldu av fólki og farmi. Hvønn dag røkja vit hesa skyldu við ágrýtni og dugnaskapi. Starvsfólk, skip og bussar eru við til at binda oyggjar, bygdir og fólk saman á tryggan og góðan hátt. Ynskir tú eisini at gerast partur av okkara fjølbroytta og dugnaliga starvsfólkstoymi? Søkt verður eftir einum avloysara í kundatænastuni.
Um tær dámar væl at veita eina góða tænastu, so hava vit eitt spennandi starv til tín í summar.
Talan er um avloysarastarv í kundatænastuni, starvsstaðurin er í Tórshavn og/ella á Tvøroyri.
Starvslýsing
Sum avloysari í kundatænastuni er tín uppgáva at leiðbeina ferðafólki og øðrum viðskiftafólki, ið seta seg í samband við okkum á Farstøðini ella ringja inn.
Starvsbyrjan er í juni 2022 og 10-12 vikur fram, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er frá kl. 8:00 til 16:00 allar gerandisdagar. Tó kann hetta tillagast nakað innanfyri hetta tíðarskeið eftir nærri avtalu.
Sum móttøkufólk vænta vit, at tú:
· Dugur væl at samskifta og vegleiða ferðafólki á føroyskum, enskum og donskum.
· Ert fyrikomandi, álítandi og kundavinarlig/ur
· Hevur góðan røkjuskap
· Kanst arbeiða sjálvstøðugt eins og í toymi
· Hevur góðar førleikar við teldu og hevur hegni til at seta teg inn í ymiskar telduskipanir.
Lønar- og setanarviðurskifti
Um Strandfaraskip Landsins:
Strandfaraskip Landsins er ein stovnur við spjaddum virksemi kring landið, ið virkar allar dagar í vikuni, eisini uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Stovnurin er landsfyritøka undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir, har av 7 Oyggjaleiðir og 22 Bygdaleiðir.
Til at røkja hesar leiðir hevur SSL 9 ferjur og 48 bussar. Samlaða ferðafólkatalið í 2021 var umleið 1050.000 ferðandi, har av umleið 650.000 brúktu ferjurnar á Oyggjaleiðum og á leið 400.000 nýttu bussarnar á Bygdaleiðum. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 170 starvsfólk. Fyrisitingin er skipað í 5 deildir: Fíggjardeild, Samferðsludeild, Sjódeild, KT-deild og Starvsfólkadeild.