- Verð við til at binda Føroyar saman – við góðum fíggjarligum skili
Vit sóknast eftir talsterkum fólki til fíggjardeildina okkara. Dámar tær at arbeiða við tølum, greiningum og at hava góðan ordan í yvirlitinum. Vilt tú vera við til at lyfta okkara fíggjarliga arbeiði til eitt nýtt støði og taka ábyrgd fyri týdningarmiklum fíggjarmálum so er tað tær vit leita eftir.
Strandfaraskip Landsins søkir eftir fíggjarfólk til okkara fíggjarliga toymi, har tú kemur at arbeiða tætt saman við fíggjarleiðaranum, tveimum bókhaldarum og ein kontrollari.
Sum bókhaldari kemur tú at arbeiða sjálvstøðugt, við møguleika at ávirka egnan arbeiðsdag. Harumframt eru góðir møguleikar fyri egnari fakligari og persónligari menning. Tíni talgildu arbeiðsamboð eru m.a. Búskaparskipan landsins og Buisness Central.
Høvuðsuppgávur sum fíggjarfólk eru at:
Fyri at kunna søkja hetta starvið krevst at tú hevur:
Í hesum starvi er ynskiligt, at tú ert virkin, nýhugsandi og sinnað/ur til broytingar. Vit vænta, at tú hevur góð samstarvsevni, ert ágrýtin, álítandi og tænastusinnað/ur. Eisini er týdningarmikið, at tú dugir væl at samskifta bæði innanhýsis og uttanhýsis, og at tú ert effektiv/ur og stundislig/ur
Talan er um eitt fulltíðarstarv við arbeiðsstaði á høvuðsskrivstovuni á Tvøroyri.
Starvið verður sett 1. september ella eftir nærri avtalu, og verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Umsóknarfreistin er hósdagin 16. juli 2026. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Dan Djurhuus, fíggjarleiðara, á tlf. 293021 ella á teldupost til dad@ssl.fo.
Vit tilskila okkum rættin til ikki at seta umsøkjara, um ongin skikkaður umsøkjari er til starvið.
Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi.
Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23 bygdaleiðir (48 bussar).
Í 2025 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,02 millión, harav 511.000 við ferjunum og 512.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu Strandfaraskip Landsins 131.000 akfør.
Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.