Tú verður nærmasti leiðari hjá dekkarunum og hevur ábyrgdina av at skipa og leiða teirra dagliga arbeiði. Sum partur av brúgva manningini, arbeiðir tú saman við øðrum dugnaligum starvsfeløgum, í einum sterkum toymi, har gott samstarv og høgt fakligt støði eru í miðdeplinum. Tú tekur virknan lut í skipsleiðslufundum og strategiskum avgerðum. Ein annar umráðandi partur er eisini at kunna avloysa skiparan, tá ið hesin er í feriu ella hevur forfall.
Dagliga farleiðin hjá Smyrli er Tvøroyri – Tórshavn. Arbeiðsætlanin er í løtuni 1 viku umborð og 1 viku heima. Umstøður eru at búgva umborð, og arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan og farleið hjá Smyrli.
Høvuðsuppgávurnar sum yvirstýrimaður, eru at:
Sum sjófólk við Strandfaraskipum Landsins fært tú tað besta av báðum, á landi og á sjónum. Tað merkir at starvið er skipað við sáttmála við teimum almennu fyrimunum sum eru, m.a. skipað frítíð, yvirtíð og møguleika fyri avspáking. Arbeiðsdagurin er 13 tímar arbeiði og 11 tímar hvíld. Tú ert til arbeiðis eina viku, og eina viku heima. Og við sigling millum okkara oyggjar ert tú ongantíð langt burtur frá familju og tínum bústaði.
Hetta gevur tær eitt frælsi og tryggleika sum einki annað arbeiðspláss á sjónum.
Fyri at kunna søkja hetta starvið krevst at tú hevur:
• Sjóvinnubræv sum skipsførari uttan avmarkingar sambært - STCW reg. II/2.
• Heilsuváttan
• Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
• Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2 og A-VI/3
• Eftirútbúgving sum sjúkraviðgerði
• GOC in GMDSS STCW reg. lV/2
• Bátaføraraskeið STCW A-VI/2-1
Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólkum á føroyskum, donskum og enskum.
Góður kunnleiki og jaligan hugburð til ISM og aðrar trygdarskipanir umborð.
Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til telduskipanirnar Outlook og Pre-Master.
Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt, og dugir væl at samskifta og samstarva við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar.
Vit vænta, at tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at taka avgerðir, og við nýggjum avbjóðingum.
Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Starvið er lønt eftir skipa bólkið 1, lønarflokki 7.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til skiparan á Smyrli, á +298 293131, ella smyril.skipari@ssl.fo.
Umsókn saman við prógvum o.ø. skal sendast til Strandfaraskip Landsins. Tú søkir starvið við at trýsta á Grøna knøttin »Søk starvið«.
Umsóknarfreistin er 21. juni 2026.
Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi.
Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23 bygdaleiðir (48 bussar).
Í 2025 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,02 millión, harav 511.000 við ferjunum og 512.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu Strandfaraskip Landsins 131.000 akfør.
Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.