Starvslýsing stovnað
14-04-2026
Umsóknarfreist
11-05-2026

Cateringfólk til Smyril

Strandfaraskip Landsins søkir eftir cateringfólk til Smyril

- Verð við til at veita eina góða og trygga ferð ímillum oyggjarnar

 

Um starvið

Talan er um starv við niðursettum broti, 0,667. Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá Smyrli. Arbeiðstíðin er eina viku umborð og tvær vikur frí. Dagliga farleiðin hjá Smyrli er millum Tvøroyri og Tórshavn. Umstøður eru at búgva umborð.

Starvið fevnir um alt vanligt kafeteria- og kioskarbeiði, harumframt reingerð og viðlíkahald. Tað er m.a. uppreiðing, viðlíkahald og reingerð av ábyrgdarøkjum á skipinum, uppfylling av vøru og annað fyrifallandi arbeiði. Tú skalt eisini kunna veita okkara ferðafólkum eina góða tænastu.

 

Høvuðsuppgávur:

·      Tryggja eitt høgt reinførisstøði, bæði innan matgerð og ferðafólkaøki

·       Kundatænastu og servering 

·       Avgreiða ferðafólk

·       Reingerð o.a. praktiskar uppgávur

·       Matframleiðsla í kalda køki

 

Eitt starv við fyrimunum

Sum sjófólk við Strandfaraskipum Landsins fært tú tað besta av báðum, á landi og á sjónum. Tað merkir, at starvið er skipað við sáttmála við teimum almennu fyrimununum sum eru, m.a. skipað frítíð og møguleiki fyri avspáking og yvirtíð.

Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan og farleið hjá Smyrli. Arbeiðstíðin er 1 viku til arbeiðis umborð og 1 viku frí.

Arbeiðsdagurin er 13 tímar arbeiði og 11 tímar hvíld. Við sigling millum okkara oyggjar ert tú ongantíð langt burtur frá familju og tínum bústaði.

Hetta gevur tær eitt frælsi og tryggleika, sum einki annað arbeiðspláss á sjónum kann bjóða.

 

Formlig krøv

Fyri at kunna søkja hetta starvið krevst, at tú:

·       Hevur heilsuváttan (bláu bók)

·       Hevur trygdarskeið fyri sjófólk – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1

·       Ert fylt/ur 18 ár

 

Onnur viðkomandi Krøv

Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólkum á føroyskum, donskum og enskum.

Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt, ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur lætt við at taka við nýggjum avbjóðingum. Vit vænta eisini, at tú dugir væl at samskifta og samstarva við starvsfelagar og ferðafólk. Tað er týdningarmikið at tú trívist í einum starvi, sum til tíðir krevur kvikleika

 

Setan, løn og umsókn

Setanartreytir eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvið verður lønt í lønarflokki 6. 

Umsóknarfreistin er mikudagin 11. Mai 2026. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til tænastuleiðarar á tlf. +298 293046, ella teldupost smyril.catering@ssl.fo.

 

Um okkum

Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi.

Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23 bygdaleiðir (48 bussar). Í 2025 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,02 millión, harav 511.000 við ferjunum og 512.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu Strandfaraskip Landsins 131.000 akfør.

Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.


Aftur til listan