Starvslýsing stovnað
26-01-2024
Umsóknarfreist
10-03-2024

Frítíðaravloysarar til Strandfaraskip Landsins

Áðrenn vit vita av, so er summarið komið, og tí sóknast Strandfaraskip Landsins eftir summarferiuavloysarum, at avloysa umborð á øllum skipunum hjá Strandferðsluni. Talan er um størv sum navigatør, dekkari, catering og innan maskin.

 

Niðanfyri fært tú innlit í hvørji førleikakrøv eru til omanfyrinevnd størv. Talan er um tíðarskeiðið frá fyrst í mai til síðst í septembur. Setanin er tengd at ásettari arbeiðsætlan, ið er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ein ynskir at avloysa á. 
Um tú sum umsøkjari bert er partvíst tøkur hetta tíðarskeiðið, verður tú biðin um at upplýsa nær, tú ert tøkur.

 

Førleikakrøv navigatør:

- STCW áteknað sjóvinnubræv sum skipsførari/stýrimaður/skipari við handilsskipum

- Heilsuváttan (bláu bók)

- Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6

- Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3

- Eftirútbúgving sum sjúkraviðgeri STCW A-VI/4-1, 4-2

- GOC in GMDSS STCW reg. IV/2

 

Førleikakrøv maskin:

- STCW áteknað sjóvinnubræv sum skipsmaskinmeistari/skipsmaskinistur

- Heilsuváttan (bláu bók)

- Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1

- Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3

 

Førleikakrøv dekkari:

- Ófulltikin / Fulltikin dekkari STCW reg. II/5

- Heilsuváttan (bláabók)

- Trygdarskeið fyri sjófólk STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1

- Eldsløkking umborð á skipi STCW A-VI/1-2

 

Førleikakrøv catering:

- Heilsuváttan (bláu bók)

- Trygdarskeið fyri sjófólk – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1

 

Onnur viðkomandi krøv fyri øll størvini:

Vit vænta at tú megnar at samskifta og vegleiða ferðafólk á føroyskum og enskum. Harafturat er tað ein fyrimunur at hava kunnleika til telduskipaninar Outlook og Pre-Master. Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevnir. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi, álítandi, kundavinarlig/ur og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.

 

Lønar- og setanarviðurskifti:

Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag. Starvið verður lønt sambært nevnda sáttmála.

Umsóknarfreistin er 10. mars 2024 á miðnátt. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til manningasamskipara, Ólavur Bech, á tlf. 293016 ella við at senda ein teldupost til olbe@ssl.fo.

 

_____________________________________________________________________________________________________________________________________________

Um Strandfaraskip Landsins:

Strandfaraskip Landsins (Strandferðslan) er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Endamálið við Strandferðsluni er ásett við lóg og er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Strandferðslan virkar við spjøddum virksemi kring landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir, harav 7 oyggjaleiðir og 23 bygdaleiðir. Til at røkja hesar 30 farleiðirnar eru átta ferjur og 48 bussar. Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 milliónir. Av hesum ferðaðust umleið 725 túsund ferðafólk við ferjunum og 520 túsund ferðafólk ferðaust við bussunum. Flutt blivu 188 túsund akfør. Í 2024 verða tølini ávikavist 230 túsund og 62 túsund lægri, tí sjóvegis Sandoyarleiðin fellir út. Nýggj landvegis farleið við bussi er sett á stovn úr og í Sandoynna. Starvsfólkahópurin hjá Strandferðlsuni er knøpp 180 fólk. Fyrisitingin er skipað í fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild umframt stjórnarskrivstovu. Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.


Aftur til listan